Hvør kann gerast limur.
Fyri at gerast limur í Arkitektafelagnum krevst, at tú hevur lokið kandidatsprógv frá hægri almennum arkitektaskúla ella tilsvarandi kandidatprógv frá øðrum útbúgvingarstovni á universitetsstigi.
Men so leingi tú ert í útbúgving kanst tú hava studentalimaskap.
Tey, sum hava fylgjandi útbúgvingar, kunnu gerast limir: Arkitektar, planleggjarar, landslagsarkitektar, verkfrøðingar við endaliga eksamiu sum arkitektar ("Ålborgarkitektar").
Eisini skalt tú vera búsitandi í Føroyum, ella vera føroyingur búsitandi uttanlands.
Skrivað 22. august 2024