Búmerki hjá Arkitekafelag Føroya

Um kappingar.

Arkitektafelag Føroya, framyvir kallað A.F., veitir hjálp at fyrireika og útbjóða kappingar, sum hoyra til arbeiðsøkið hjá arkitektum.

Kappingarnevndin ansar eftir, um slíkar kappingar eru útskrivaðar við einari góðkendari ætlan, hvørs endamál er at finna fram til tey bestu uppskot til at loysa uppgávuna, og at dømingin fer rættvíst fram. Treytin fyri at limir í A.F. kunnu luttaka í eini slíkari kapping, er at kappingarnevndin hevur góðkent kappingartilfarið.

Heldur kappingarnevndin, at kappingin ikki lúkar krøv, sum neyðug eru at tryggja tey, sum luttaka ella at loysa uppgávuna forsvarliga, skal hon mæla nevndini í A.F. til, at kappingin verður stongd.

Um hetta hendur, kann ongin limur í A.F. luttaka.

Felagsnevndin setir kappingarnevnd til einstøku kappingarnar.

Tak kappingarreglur niður her