Búmerki hjá Arkitekafelag Føroya
09. mai 2023

Arkitektar skulu siga sína meining.

Arkitektafelag Føroya gevur nú sínum limum møguleikan at siga sína meining á nýggju heimasíðuni. Í langa tíð hevur tørvur verið á einum fakligum forum, har faklig og samfelagslig viðurskifti verða viðgjørd. Vónin er at hetta fer at birta upp undir orðaskiftið millum arkitektar og at hetta fer at hava eina positiva menning í fakinum við sær. Greinar sum limir senda arkitektafelagnum verða lagdar út so hvørt og eldri greinar kunn lesast í savninum.