Nordic Built Cities 2015 Skriva tann 28. Oct. 2015
Norðurlendsk kapping - Nordic Built Cities Challenge
Nú er norðurlendska kappingin um nýskapandi burðadygga býarbygging skotin í gongd. Kappast verður um nýskapandi loysnir í 6 norðurlendskum býum, ein teirra er Runavík.
Nærri sæst um kappingina í Runavík á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu,
www.runavik.fo.
Um samlaðu norðurlendsku kappingina sæst á heimasíðuni
nordicbuiltcities.org.
Eisini verður eitt match making event í Svøríki í næstu viku, 5. november, og tær fyritøkur frá Føroyum, sum ætla at luttaka í hesum tiltaki, gevur Nordisk Innovation ferðaendurgjald.
Return